Kim tann fyrsti at spæla á nýggja klaverið í Hoyvíkar kirkju

Tiltakið Advent í høvuðsstaðnum hevur spennandi tiltak við sær. Í Hoyvíkar kirkju bæði í dag, hósdagin 17. desember, og leygardagin 19. desember. Báðar dagarnar klokkan 17 fer Kim Hansen at syngja og spæla kendar jólasálmar og jólasangir.

Kim var sostatt í dag tann fyrsti, sum spældi á nýggja og snotiliga klaverið, ið Hoyvíkar kirkja júst hevur keypt. Tað ger hann aftur leygardagin.

Hesi bæði tiltøkini í Hoyvíkar kirkju eru partur av jólakalendaranum, sum prestarnir í Suðurstreymi skipa fyri. Okkurt tiltak er á skránni hvønn dag og tey skifta millum Vesturkirkjuna, Argja kirkju, Havnar kirkju og Hoyvíkar kirkju.