Á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum verður boðað frá, at Kim Larsen spælir konsert í Norðurlandahúsinum 21. november, og atgongumerkini eru sett til sølu.
Ætlanin var, at fólkakæri sangarin skuldi spæla konsertir í Føroyum í august 2005, men hesar konsertir vóru tá avlýstar. So fyri tey, ið tá gleddu seg til konsertina, kunnu nú endiliga uppliva fyrrverandi Gasolin oddamannin. Konsertin er partur av størri konsertferð í Danmark, Noregi og Svøríki, ið longu er byrjað og endar í Føroyum
Seinastu ferð, Kim Larsen vitjaði í Føroyum, var á Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Bluesfestivali eina ferð í nítiárunum. Tá vórðu atgongumerkini til fyrstu konsertina seld eftir lítlari løtu, og skipað varð fyri eini eyka konsert, henda varð eisini útseld.
Nógv er broytt, síðan Kim Larsen var í Føroyum seinast. Hóast hann tá seldi nógv atgongumerki í Føroyum, var fløgusølan í einum aldudali. Kim Larsen hevur við teimum seinastu fløgunum vunnið sær veg aftur úr aldudalinum. Hann er ein tann best seljandi danski tónlistarmaðurin í løtuni. ?Glemmebogen? og ?Glemmebogen 2 Jul og Nytår?, eru tulkingar av kendum gomlum donskum sangum, sum Kim Larsen gevur sín egna dám. Meðan ?7-9-13? eru løg hjá Larsen sjálvum. Eisini DVD?in ?Det var en torsdag aften? var sera væl dámd, og tá nýggjasta fløgan Gammel Hankat kom í handlarnar, ruddaðu stór donsk dagbløð forsíðuna, og kallaðu hetta eitt meistaraverk.