Kim Larsen á føroyskum

Hoyr føroysku útgávuna av "Papirsklip" her

Tvær sangrøddir úr Klaksvík, Danny og Asta, syngja Pappírsklipp eftir kenda danska tjóðarskjaldið Kim Larsen, ið varð borin í heim 23. oktober 1945.

Sangurin var fyrstu ferð at hoyra á plátuni Midt Om Natten og á filminum við sama heiti frá 1983.

Steintór Rasmussen hevur týdd sangin. Tónleikin hava Magni Husgaard og Erik Biskopstø framleitt og innspælt.

##med2##