Kim Larsen aftur á fótum

Eftir krabbasjúku er Kim Larsen aftur til reiðar at fara á pall.

Í januar bórust tíðindi um, at 72 ára gamli Kim Larsen hevði prostatakrabba.

 

 

Síðani hevur ikki verið nógv at hoyrt til kenda sangaran, sum eisini er sera væl dámdur í Føroyum, her hann hevur vitjað fleiri ferðir.

 

 

Men herfyri legði Kim Larsen mynd út á sín facebook vanga, har hann og bólkurin Kjukken standa uttanfyri venjingarhølini. Og boðini eru, at teir eru um at vera til reiðar at fara aftur á summarsins tónleikaferð, og at teir gleða seg, eftir ein keðiligan vetur við sjúku og avlýstum konsertum.

 

 

Fyri framman hava Kim Larsen og hansara menn 20 konsertir í Danmark, Noreg og Svøríki.