Kim Jong-il til gravar

Fólk í tíggjutúsundatali stóðu fram við gøtunum í norðurkoreanska høvuðsstaðnum Pyongyang í nátt, tá kistan við landsins leiðara, Kim Jong-il, bleiv koyrd ígjøgnum býin. Sagt verður, at kistan var í einum amerikonskum Lincoln Continental-bili.

Fremst í bilafylginum koyrdi ein bilur við einari ovurstórari mynd av Kim Jong-il á takinum. Síðani kom líkbilurin, og undir liðini á honum gingu tann nýggi leiðarin, Kim Jong-un, og umboð fyri kommunistaflokkin.

Tað er kavi í Norðurkorea, og tað tulka teir almennu fjølmiðlarnir, sum at himmalin syrgir. Sambært tíðindastovuni Bloomberg bleiv jarðarferðin útsett, tí so nógvur kavi var komin niður, men so fingu fólk boð um at beina kavan burtur, so tann gamli leiðarin kundi jarðast.

Kim Jong-il doyði tann 17. desember. Hann var 69 ára gamal.