Kim Jong-Il í Russlandi

Norðurkoreanski leiðarin, , kom í dag til Russlands á almenna vitjan. Vitjanin er tann fyrsta í næstan 10 ár, men hildið verður, at hann fer at vitja í eystara parti av Russlandi.

Sum skilst skal Kim hitta russiska forsetan, Dmitrij Medvedev, um nakrar dagar. Roknað verður við, at teir báðir fara at tosa um kjarnorkuverkætlanina hjá Norðurkorea, orkumál og mattrotið í landinum. Russland kunngjørdi í gjár, at landið fer at senda Norðurkorea 50.000 tons av hveiti.

Kim Jong-Il ferðast ongantíð við flogfari og kom tí til Russlands við toki.