Kim Hansen í Stóra Pakkhúsi leygarkvøldið

Leygarkvøldið 14. juli spælir Kim Hansen í Stóra Pakkhúsi.
Kim Hansen telist millum bestu klaverspælarar og sangarar í landinum, og er kendur fyri sínar Elton John solo-framførslur. Kim hevur eisini givið út savnsfløgu við løgum, sum hann hevur spælt inn seinastu nógvu árini.

 

Húsið er opið frá kl. 22.00 - 04.00, og Kim byrjar at spæla um midnáttarleitið.