Hann vann Planet-virðislønina sum besti sangarin í 2005, og tað var millum annað eftir, at hansara savnsfløga Alt varð givin út, og at hann hevði havt óteljandi framførslu við bólkinum Showmenn.
Nógv hevur eisini verið á skránni hjá Kim Hansen í 2006, men tað mesta hevur verið sum tónleikari í bólkinum Showmenn, sum framleiðari og studiotónleikari fyri onnur.
- Eg arbeiði nógv við tónleiki, sum onnur fólk skulu brúka, og tað hevur so við sær, at tað er minni av tíð til at arbeiða við mínum egna tónleiki, sigur Kim Hansen.
Hann hevði eina konsert á Summar Festivalinum í august, har hann veruliga traðkaði fram á pallin sum solistur.
- Tað var deiligt at spæla hesa konsertina, og eg var sera væl nøgdur við framførsluna. Vit spældu eitt brak av eini konsert, men tað vóru tíverri ov fá fólk og lurtaðu tíðliga leygardagin. Eg kundi saktans funnið upp á at hava fleiri slíkar framførslur í framtíðini, sigur hann.










