Jens Pauli Mohr var ein einmansherur hjá Team Klaksvík, ið tapti greitt 22-30 fyri KÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík. Jens Pauli skoraði heili 12 mál fyri Team Klaksvík.
KÍF var á odda 15-7 í steðginum. Nicklas Selvig var toppskjútti hjá KÍF við sjey málum.
Í Vestmanna eydnaðist tað Kyndli at leypa hvøkk á vestmenningar. Tá liðini fóru til steðgin var Kyndil á odda 15-13. Liðini fylgdust til 42 minuttir vóru farnir, tá var støðan 19-19. Tá legði VÍF seg á odda 21-19, og tað teir hildu leiðsluna tað sum eftir var av dystinum.
Filip Jojic var toppskjútti hjá VÍF við níggju málum. Brian Slyne var toppskjútti hjá Kyndli við átta málum:
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 5 | 146 | 131 | 15 | 10 |
H71 | 4 | 109 | 102 | 7 | 5 |
KÍF | 3 | 83 | 81 | 2 | 4 |
NEISTIN | 3 | 76 | 86 | -10 | 2 |
KYNDIL | 5 | 112 | 123 | -11 | 2 |
TEAM KLAKSVÍK | 3 | 87 | 85 | 2 | 2 |
STÍF | 3 | 82 | 87 | -5 | 1 |
HER eru dómaraseðlarnir frá hsf.fo:
##med2##
##med3##