KÍF vann botndystin

Hondbóltur: KÍF vann botndystin móti Neistanum

Meðan hini fýra 1. deildarliðini hjá monnum spældu í steypakappingini, hittust botnliðini KÍF og Neistin í høllini á Skála til fyrsta dystin í endaspælinum. Og her eydnaðist KÍF at vinna 28-22 eftir at hava verið á odda 11-10 í hálvleikinum.

Petur M. Poulsen og Jóan Pauli Olsen gjørdu sjey mál í part fyri KíF, meðan Kári Mortensen var besti málskjútti hjá Neistanum við seks málum.

Úrslitið hevur við sær, at Neistin nú er niðast í 1. deild við tveimum stigum. KÍF kom upp á næstniðasta pláss, men hevur bert eitt stig meir enn Neistin.