KÍF tykist uppsteðgað

H71 knógvaði meistarunum úr KÍF, tá hesir vitjaðu í Hoyvík

 

 

 

Enn tykjast kollfirðingar liggja tryggir á finalukósini, men formurin seinastu vikurnar hevur merkt, at teir nú spakuliga eru um at verða trýstir av StÍF.

 

Í dag vitjaði KÍF í Hoyvík, og her vann heimaliðið tepran sigur, eftir at KÍF annars var á odda stóran part av dystinum.

 

Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, tóktist eisini avgjørt, at stigini skuldu fara til Kollafjørð, men so settu heimamenninir ein ordans endaspurt inn. Átta minuttir fyri leiklok komu teir upp á javnt, og so eydnaðist teimum at halda seg frammanfyri til tað allar seinasta.

 

Við sigrinum hevur H71 vunnu seg upp á 18 stig fyri sínar 18 dystir. KÍF er nummar tvey við 25 stigum fyri 19 dystir.

 

H71-KÍF 25-24 (12-14)