KÍF er í hálvfinaluni

Tað er framvegis opin kapping um hvørji hini liðini verða í hálvfinalunum.

Flogbóltskvinnurnar hjá KÍF eru í hálvfinaluni í steypakappingini. Tað er greitt eftir at tær í gjár vunnu 3-0 ímóti SÍ í høllini í Kollafirði. Tær hava nú vunnið 3-0 ímóti bæði Drátti og SÍ, og eru tær tískil tryggjaðar víðari luttøku.


Næsta sunnudag fæst greiða á hvør skal fylgja KÍF í hálvfinalurnar úr bólki 1. Tað verður annaðhvørt SÍ ella Dráttur, sum hittast í grannauppgerð í høllini á Giljanesi.


Í bólki 2 er framvegis opið hvør skal spæla seg víðari. TB liggur best fyri og er á odda við fimm stigum, Fleyr A hevur fýra og Mjølnir trý. TB og Mjølnir hittast leygardagin, meðan Fleyr A og ÍF hittast sunnudagin.


Hálvfinalurnar verða leiktar í høllini á Hálsi 2. januar.