Kia Sport varð alment sýndur fram sum prototypa í Paris, og eftir ætlan kemur hann á marknaðin komandi summar.
Bilurin kemur m.a. við einum turboløddum bensinmotori við 200 hk. Hetta er fyrstu ferð at Kia kemur á marknaðin við einum slíkum motori, sum kemur at seta sera stór krøv til koyrieginleikarnar, ið væntast at vera í topp.
Kia Sport er 415 cm langur og verður harvið næstan líka stórur VW Golf. Við stórum spoilara aftan og útbygdum skermum sær bilurin rættuliga áleypandi út. Eisini í kabinuni eru sportsetur og alt er í nútímans sterkum litum.