Kia rakt plett við Picanto

Picanto er tann fyrsti lítli bilurin frá suðurkoreansku bilverksmiðjuni, Kia Motors. Picanto er ein hatchback við fimm hurðum við góðum koyrieginleikum og ein tann best ljóðdoyvdi í sínum klassa

Kia eru nú av álvara við í kappingini um minibilarnar. Við Picanto hava teir góð kort á hondum, tí bilurin er eitt sera gott tilboð í sínum klassa. Ætlanin hjá Kia Motors er at selja 80.000 Picanto í Evropa í ár.

Evropeiskir motorjournalistar eru samdir um at Kia hava rakt plett við Picanto. Fyrsta vikuskiftið bilurin bleiv sýndur fram í Danmark, vóru 11.000 vitjandi og yvir 1200 Picanto blivu seldir. Við rósandi orðum sum t.d. hvussu bíligur, praktiskur, og økonomiskur bilurin er, hava danskir og evropeiskir motorjournalistar gjørt sítt til góðu søluna.

Picanto er ein hatchback við 5 hurðum, ið einans er 3,5 m langur, men gott pláss er til fýra vaksin ella eina familju við trimum børnum. Í mun til støddina er talan um ein bil, har nógv pláss er fingið burturúr, og bilurin merkist ikki sum ein lítil bilur at koyra.

Koyrir 20,4 km/l

Picanto fæst við tveimum ymiskum bensinmotorum: 1,0 litur við 62 hk og 1,1 litur við 65 hk, ið koyrir 20.4 km/l. Næsta ár kemur ein 1,1 litur turbodiesel við beinleiðis commonrail innspræning.

Bilurin er upprunaliga gjørdur til evropeiska marknaðin, og hann er góður og lættur at koyra. Eisini er Picanto tann best ljóðdoyvdi í sínum klassa.

Partar av intrekkinum, setur og hurðabetrekk, eru í sama liti, sum bilurin er lakkeraður í. Hetta gevur bilinum ein frískan og smartan dám.

Sum standard er Picanto 1,1 EX útgjørdur við t.d. tokulyktum í kúfangaranum framman, leður ratt sum kann stillast í hædd, leður girknøtt, fjarstýrt sentrallás við alarmi, 4 hátalarar, el-síðurútar framman og aftan, radio við fløguspælara, airbag framman og í síðunum, tvídeilt baksetur, skivubremsur framman og aftan, og ABS bremsur við elektroniskum bremsudeilara (EBD). Kúfangarar, kølaragittarið, síðuspoylari og takspoylari eru lakkeraði í sama liti sum bilurin.

Bilurin hevur 3 ára óavmarkað kilometurgaranti fyri privatbilar umframt 6 ára rustgaranti. Sambært FDM hevur Kia besta veksmiðjugaranti yvirhøvur.

Picanto 1,1 EX kostar 126.800 krónur og í 1,0 LX kostar hann 116.800 krónur.







Kia Picanto 1,1 EX

Motorurin1,1 litur 4 syl. bensin 65 hk

0-100 km/t15,1 sek

Bensinnýtsla20,4 km/l

Dekkstødd165/60-14

Stødd og vekt
Longd249,5 cm
Breidd159,5 cm
Hædd148,0 cm
Eginvekt875 kg
Viðførisrúm157 litrar

Prísurkr. 126.800,- (metallakk + kr. 3.000,-)

SøluumboðP/F D.B. Bilar
J. Broncksgøta 15
FO-100 Tórshavn
Tel. 310.600