Kia er mest seldi bilur í Føroyum

91 nýggir Kia bilar eru seldir ársins fyrstu tríggjar mánaðir

Mest seldi bilur higartil í ár er Kia. Tað vísa hagtølini frá Akstovuni, sum júst hevur gjørt upp bilasølununa fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár.

Higartil eru seldir 91 nýggir Kiabilar. Tað merkir, at Kia er greitt á odda framman fyri Ford á øðrum plássi við 80 bilum og Toyota á triðja plássi við 70 bilum.

Eisini í marsmánaði er Kia toppskorari við at hava selt 50 nýggjar bilar.

Tað er Bilrøkt í Havn, sum umboðar Kia. Tey fingu umboðið í fjør, eftir at Berg Motors hevði havt umboðið í nøkur ár. Frammanundan var tað DB Bilar hjá Derek Brockie, sum umboðaði Kia bilar í Føroyum. 

Her er topp 10 listin við mest seldu bilmerkjum fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár:

KIA 91

FORD 80

TOYOTA 70

VOLKSWAGEN 64

VOLVO 54

HYUNDAI 49

RENAULT 41

MERCEDES-BENZ 36

CITROEN 33

NISSAN 31 

Her er topp 10 listin við mest seldu bilmerkjum í marsmánaði:

Bilmerki Akf.tal

KIA 50

HYUNDAI 41

FORD 37

VOLKSWAGEN 28

TOYOTA 26

VOLVO 25

SUZUKI 16

RENAULT 14

MERCEDES-BENZ 13

CITROEN 12