KÍ váttar nú tíðindini sum bæði føroyskir og danskir miðlar hava skrivað seinastu dagarnar. KÍ hevur selt Magne Hoseth til Lyngby.
- Eftir eitt ótrúliga spennandi og hendingarríkt kappingarár hevur Magne Hoseth gjørt sáttmála við danska superliga felagið Lyngby, sum hevur keypt venjaran leysan úr KÍ, skrivar KÍ.
Fyri einum ári síðan kom norski Magne Hoseth til KÍ sum høvuðsvenjari, og kappingarárið 2023 bleiv minningarríkt og serstakt og fer í føroysku fótbóltssøgubøkurnar. Hetta var árið, tá ið KÍ rakk sínum máli um at koma í eitt bólkaspæl, og felagið vann sær eisini fýra stig í sjálvum Conference League bólkaspælinum.
- Við slíkum avriki sigur tað seg sjálvt, at boð eru eftir okkara venjara aðrastaðni, ásannar Tummas Lervig, formaður í KÍ við heimasíðuna hjá felagnum.
Og nú hevur Magne Hoseth gjørt av at taka við avbjóðingunum í Lyngby, hóast sáttmálin millum Magne Hoseth og KÍ var galdandi fyri 2024 eisini. Tað merkir eisini, at KÍ og Lyngby eru vorðin samd um ein prís fyri at loysa venjaran úr galdandi sáttmála.
Magne Hoseth sigur við heimasíðuna hjá KÍ, at hann er serstakliga takksamur fyri, at KÍ satsaði upp á ein óroyndan venjara fyri einum ári síðani, tí hann hevði ongar royndir sum høvuðsvenjari, tá ið hann kom til Klaksvíkar. Og hann leggur dent á, at hetta hevur verið ein trupul avgerð.
- KÍ fer altíð at hava eitt serligt pláss í hjarta mínum og øll tey fantastisku fólkini, ið arbeiða fyri felagið, sigur Magne Hoseth, sum saman við familjuni nú flytur til Danmarkar at búgva.
- Vit ynskja Magne Hoseth bestu eydnu og takka fyri góða samstarvið og framúrskarandi kappingarárið, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
Nevndin í KÍ veit, at viðurskifti í fótbóltsverðini eru umskiftilig og kunnu brádliga broytast. Nevndin hevur síðstu dagarnar arbeitt við at finna ein nýggjan venjara.
- Samráðingar eru ígongd og tíðin kemur at vísa nær vit avdúka, hvør nýggi venjarin hjá KÍ er, sigur Tummas Lervig, formaður.