KÍ vann aftur á Tórsvølli

1. DEILD: Fyri aðru ferð í fýra dagar fóru klaksvíkingar av Tórsvølli við fullari úrtøku

Tað er av álvara farið at síggja ljósari út hjá næstbesta KÍ liðnum. Eftir at hava vunnið fimm stig í átta dystum hevur KÍ fýra teir seinastu dagarnar vunnið fulla úrtøku tvær ferðir í høvuðsstaðnum, og nú eru klaksvíkingar omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

Mikukvøldið vunnu teir 2-1 ímóti HB á Tórsvølli, og í dag vunnu teir 2-1 ímóti B36 á Tórsvølli.

 

B36 liðið var rakt av, at koronan er orsøk til, at tveir av spælarunum á besta liðnum eru í sóttarhaldi. Mattias Weihe Joensen og Jóhan Hansson Joensen vóru ikki við, tí teir høvdu fingið boð um at vera klárir at vera við í fyrireikingunum til heimadystin ímóti 07 Vestur í morgin.

 

KÍ liðið var væl mannað. Millum teir fyrstu ellivu vóru Deni Pavlovic, ið er komin fyri seg eftir skaðasteðg og Børge Petersen og Jonn Johannesen, sum oftast eru á listanum hjá besta liðnum.

 

Beinanvegin eftir steðgin avloysti Jasper Van Der Heyden Jonn Johannesen.

 

Jonn Johannesen legði við stútara við handara stólpa KÍ á odda 1-0 í 13. minutti. Eftir horna og út frá aftur átti Kristoffur Jakobsen innleggið úr vinstru. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Jasper Van Der Heyden um KÍ leiðsluna til 2-0.

 

Lítla løtu seinni sá KÍ miðvallarin Olaf K. Hansen reyða kortið, og tá ið tað restaði eitt korter, minkaði Rani Berg í Soylu um munin til 2-1.

 

B36 hevur spælt 11 dystir og hevur 11 stig, og KÍ hevur spælt 10 dystir og hevur 11 stig.

 

Fríggjakvøldið fær KÍ vitjan av Víkingi, og leygardagin fær B36 vitjan av Skála.