KÍ og Víkingur eiga næstan alt ársins lið

Fótbóltsgalla 2022: Tað var bara Mads Borchers úr 07 Vestur, sum kláraði at troka seg á ársins lið

Í gjár var Fótbóltgalla 2022. Tað eru Miðlahúsið og FM1, sum skipa fyri Fótbóltsgalla í samstarvi við Fótbóltssambandi Føroya. Fótbóltsgalla 2022 var á Panorama á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.

 

Á hvørjum ári verður eitt sett eitt ársins lið. Tað tekur útgangsstøði í atkvøðunum til ársins spælara. Sermerkt við liðnum hesa ferð er, at tíggju av teimum 11 spælarunum spæla við KÍ ella Víkingi. Einasta undantakið er Mads Borchers úr 07 Vestur.

 

Menn:

 

Mathias Rosenørn (KÍ)

 

Bárður J. Hansen (Víkingur), Heini Vatnsdal (KÍ), Gunnar Vatnhamar (Víkingur), Patrick Da Silva (KÍ)

 

Árni Frederiksberg (KÍ), Sølvi Vatnhamar (Víkingur), Jákup B. Andreasen (KÍ), Jóannes Bjartalíð (KÍ)

 

Páll A. Klettskarð (KÍ), Mads Bochers (07 Vestur)

 

##ms##