Tríggir dystir vera leiktir í Betrideildini hjá monnum fríggjakvøldið.
Klokkan 18 byrja tveir dystir. Oddaliðið KÍ tekur móti NSÍ við Djúpumýru í Klaksvík, og í Gundadali í Havn verður grannauppgerð millum B36 og HB.
FM1 sigur beinleiðis frá hesum báðum dystunum. Frásøgumenn vera Tróndur Arge og Óli G. Samuelsen. Sendingin byrjar klokkan 17.15. Í Klaksvík verður gjørt nógv burturúr upphitingini til dystin.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum trimum dystunum. Triði dysturin er dysturin millum EB/Streym og Víking í Hólmanum á Eiði. Tann dysturin byrjar klokkan 19.
Hæddarpunkt og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni um kvøldið.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo