Nú eru Klaksvíkskvinnur komnar nærri gullinum í 1. deild, enn tær nakrantíð áður hava verið. Fleiri ferðir hevur verið tætt við hjá KÍ at vinna gull, men ongantíð so tætt sum nú.
Triðseinasta umfar var helst tað avgerandi í kappingini um FM-heitið. B36 og KÍ spældu oddadyst í Havn, meðan HB var í Lorvík og spældi. Úrslitini lagaðu tað soleiðis, at vinnur KÍ bara annan av teimum báðum dystunum, sum eftir eru at spæla, eru tær føroyameistarar.
Í botninum spældu Sumba og Skála javnt, og tað verður millum hesi liðini, at niðurflytarin í 2. deild skal finnast. Næstniðasta liðið av teimum 8 í deildini, skal spæla niðurflytingardyst móti fremsta liðnum í 2. deild.
KÍ vann oddadystin
Stóri dysturin hetta umfarið var í Havn, har B36 og KÍ spældu. Tað hevði avgerandi týdning fyri bæði liðini, at tey vunnu dystin.
KÍ kom á odda tá okkurt um 20 minuttir vóru spældir av fyrra hálvleiki. Rannvá Andreasen smekkaði til inni í brotsteiginum hjá B36, og málverjin kláraði ikki at halda skotinum.
B36 byrjaði annars dystin væl, men sum hálvleikurin leið høvdu bæði liðini álop og royndir á málið. Bert eitt mál kom, og tað fekk KÍ.
Í seinna hálvleiki legði B36 út við einum stórum trýsti á KÍ-málið. Tað var eyðsýnt, at tær vóru altráðar eftir at fáa mál, sum so kundi føra við sær eitt afturat og sigurin.
Útjavnandi málið fingu tær eisini, tá Rakul N. Joensen gjørdist leys og skoraði. Eftir hetta hevði B36 nógvar kjansir at avgera kjansir, men teimum eydnaðist bara ikki at fáa mál.
Tá KÍ stutt fyri leiklok fór í mótálop og skoraði, var tað eitt slag í andlitið á B36. Rannvá Andreasen gjørdi forarbeiðið, legði uppá tvørs til Paulu Mikkelsen, sum sparkaði um linjuna.
So var frøi á KÍ-kvinnunum, og tær hildu tætt restina av tíðini. B36-kvinnurnar søktu at málið, men tað komu ikki fleiri mál, og KÍ hevði sostatt vunnið týdningarmikla oddadystin. Tað, sum gjørdi dagin hjá KÍ-kvinnunum enn betur var, at liðið, sum lá beint aftanfyri tær, HB, snávaði í Lorvík.
LÍF snýtti HB
HB-kvinnurnar fóru til dystin í Lorvík vitandi, at um tær vunnu sín dyst, og B36 samstundis vann á KÍ, vóru tær fremst í deildini. HB kláraði tó ikki at gera sítt arbeiðið, og tá KÍ samstundis vann, er gullmøguleikin hjá HB helst gloppin teimum av hendi.
LÍF, sum spældi uttan toppskjúttan Kristinu Eyðbjørnsdóttir og Hannu Sólbjørg, legði seg á odda, tá Durita Justinussen, sum var viðaftur hesaferð, skoraði. Gudny Langgaard fekk fatur á útsparki, dróg fram móti brotsteiginum, og legði so uppá tvørs til Duritu, sum skoraði.
Hetta var longu í 2. minutti, og bert átta minuttir seinni javnaði HB. LÍF-verjuspælari hevði hond á bóltinum, og tá Eyðvør úr Dímun fekk kjansin av brotssparksblettinum, var hon trygg og skoraði.
Tá knappir 20 minuttir vóru eftir at spæla, legði LÍF seg fram um aftur, tá Durita Justinussen varð feld í brotsteiginum. Gudny Langgard skoraði við brotssparkinum, sum dømt varð.
HB javnaði fýra minuttir seinni, tá Annika Godtfred fekk skot á eftir trunkaspæl í LÍF-brotsteiginum, skotið var høgt, LÍF-málverjin fekk hond á, men bólturin fór í málið.
Javnleikurin helt sær tíðina út, og tað passaði týðuliga LÍF-kvinnunum betur enn gestunum úr Havn.
Spennandi í botninum
Nú tvey umfør eru eftir at spæla, er størri spenningur í botninum enn í oddinum.
Botnliðini Sumba og Skála spældu móti hvørjum øðrum um vikuskiftið, og tað endaði við javnleiki.
Dysturin, sum var í Sumba, endaði 2-2. Heimaliðið var á odda í hálvleikinum, eftir at Daimi Kjærbo annan dystin á rað skoraði við brotssparki.
Tá knappur tími var spældur, javnaði Marjun Mikkelsen fyri Skála, og bert sjey minuttir seinni, legði hon Skála fram um 2-1.
Henda støða helst sær góða løtu, men 10 minuttir fyri leiklok, javnaði Daimi Kjærbo, og tað gjørdist úrslitið av dystinum.
Seinasti dysturin var á Eiði, og har endaði eisini við javnleiki 2-2. Anna Maria Kruse legði EB á odda 1-0, men Lív Hansen javnaði leiðsluna. Fyri hálvleik skoraði Svanna Nielsen fyri EB, so hálvleiksstøðan var 2-1.
Í senna hálvleiki kom bert eitt mál, og tað var tá um 20 minuttir vóru eftir at spæla. Andrea á Regni gjørdi tað.
Tað er tætt í botninum, og tað verður millum Sumba, Skála og B68 at niðurflytarin skal finnast. B68 er tó væl betri fyri enn hini bæði liðini.
Spælt verður aftur komandi vikuskiftið.