Áki Mørk: - Alt riggaði

Neista-venjarin var sum vera man væl nøgdur eftir 28-27-sigurin á H71.

- Tað riggaði alt. Vit høvdu allar marginalarnar við okkum, sum vit skuldu hava fyri at vinna ein dyst. Vit standa væl í verjuni og fáa mál upp á teir møguleikar, sum vit hava. Tað hjálpir so øgiliga væl. Fyrr hevur tað verið stong út, men í dag var tað stong inn, so tað er bara sakin, segði ein væl nøgdur Áki Mørk eftir dystin, og vildi hann eisini serliga peika á skjótálopini, sum tryggjaðu teimum nógv mál.
Áki Mørk hevði ikki nakra serliga hvíta kanin at hála upp úr hattinum til júst henda dystin.
- Tað var ikki stórt øðrvísi enn til aðrar dystir. Vit skuldu bara vísa ein góðan vilja allatíð og berjast alt tað, vit áttu, sigur Áki, sum serliga vil peika út ein faktor, sum gjørdi, at teir vunnu hesaferð.
- Ofta hevur tað fyrr verið tað, at vit fara niður við høvdinum í 10-15 minuttir og tapa dystin upp á tað. Tann løtan í dag er stutt. Vit fara niður í fimm minuttir, men so koma vit beint upp aftur, sigur Áki Mørk og sigur málið vera, at teir framvegis ætla at gera fortreð við hini liðini og vónandi fáa nøkur stig afturat.