KÍ legenda skal stjórna EB/Streymi

EB/Streymur hevur í kvøld gjørt sáttmálar við tveir venjarar, og tríggjar spælarar

EB/Streymur hevur í dag gjørt sáttmála við KÍ legenduna, Olgar Danielsen, sum skal vera høvuðsvenjari hjá besta liði felagsins komandi ár.

 

Les eisini:Stórur dagur hjá EB/Streymi

 

Samstundis er sáttmáli gjørdur við Bjarna Arnason, sum skal vera hjálparvenjari. Tað váttar heimasíðan hjá EB/Streymi í kvøld.

 

Bæði Olgar Danielsen og Bjarni Mohr Arnason hava royndir í felagnum. Olgar var venjari hjá næstbesta liði felagsins árini frá 2007 til 2011, meðan Bjarni hevur áður starvas hjá EB/Streymi árini 2009 til 2013, har hann leiddi ungdómsdeildina.

 

EB/Streymur hevur eisini longt sáttmálarnar við Arnar Dam, Rógva Egilstoft Nielsen og Brian Olsen fyri komandi ár.

 

Arnar er uppvaksin í EB/Streymi og hevur øll árini spælt við felagnum. Seinastu árini hevur hann veruliga bitið seg fastan sum eitt av álitunum á miðjuni.

 

Rógvi Egilstoft Nielsen er uppvaksin í 07 Vestur, har hann spældi til 2012. Í 2013 skifti Rógvi til EB/Streym.

 

Brian Olsen er eisini uppvaksin í EB/Streymi og hevur spælt her øll árini. Í 2012 spældi hann kortini seinnu hálvu við 1. deild hjá 07 Vestur, men longu í 2013 skifti hann aftur til EB/Streym.