Fram um flestu av hinum spælarunum á vøllinum, so var Áki Mørk stóri profilurin, tá seinna FM-finalan millum StÍF og Neistan stóð á skránni.
Eftir bert tveir dystir av kappingarárinum var annars líkt til, at hetta var av fyri hansara viðkomandi. Ein argandi menisk-skaði fekst ikki í rættlag, og tey flestu høvdu helst avskrivað spælaran.
Í fýra av seinastu fimm dystunum hevur hann tó verið aftur á liðnum, men hann vildi ikki leggja tað heilt nógva í, at hansara týdningur var so stórur í finaluni.
- Tað at hava verið skaddur í fýra mánaðir, men so kortini sleppa at spæla finalu. Tað er fantastiskt. Hvussu nógv mál eg so skorið, hevur minni at siga. Bara liðið vinnur, og tað gjørdu vit.
- Marian gjørdi tað annars til ein sera truplan dyst hjá okkum. Men vit standa eisini væl í verjupartinum, og vit eru ongan tíð meira enn tvey mál aftanfyri. Vit hanga í teimum alla tíðina, og so eru vit kaldari í avgerandi løtunum.
Høvdu ráð til niðurtúrin
Leingi sá annars út til, at Neistin als ikki skuldi verða partur av finaluni. Hóast góðu byrjanina upp á kappingarárið, so hótti Kyndil meira og meira, sum vikurnar gingu í 2008. Men tað sær kortini ikki út til at vera nakað, sum hevur nervað bláa liðið serliga nógv.
- Eg vil heldur siga tað so, at vit høvdu ráð til ein lítlan niðurtúr. Góða byrjanin gav okkum eina greiða leiðslu, og tí vóru vit betri fyri í endaspurtinum. Og sjálvir hava vit alla tíðina trúð upp á okkara møguleika. Tað liðið, sum vit hava, er somikið gott, at vit eiga at trúgva upp á tað.
Og tá tit so veruliga komu ígongd, hildu tit kanska, at sigurin í finaluni var heilt nær?
- Ja. Ein og hvør sigur ber meira sjálvsálit til liðið. Og tí vistu vit, at vit kundu gera tað. Og tíbetur eydnaðist tað okkum eisini, sigur Áki Mørk.










