KÍ kann vinna FM í hesum mánaðinum

Eftir landsliðssteðg verður í dag aftur dystast í heimligu landskappingini

Fokus er aftur snarað ímóti heimligu landskappingini, eftir at dagsskráin tvær tær undanfarnu vikurnar hevur verið á landsliðnum og heimadystunum ímóti Ísrael, Danmark og Moldova. Næstu vikurnar eru trý umfør í landskappingini, og so verður aftur landslissteðgur í sambandi við, at Eysturríki og Skotland vera gestir her í Føroyum.

 

KÍ er suverent topplið. Tað eru 12 stig og rættiliga væl betur málmunur aftur til Víking, ið er einasta liðið, sum teoretiskt hevur møguleika at fáa fatur á klaksvíkingum. Um KÍ vinnur á Toftum í dag og næstu tvey vikuskiftini ímóti 07 Vestur á heimavølli og ÍF á útivølli, so er møguleiki fyri, at FM heitið longu verður avgjørt undan mikkjalsmessu. Soleiðis verður tað, um KÍ vinnur fulla úrtøku í hesum trimum dystunum, og um Víkingur ikki vinnur fulla úrtøku í teimum trimum umførunum undan næsta landsliðssteðgi.

 

Víkingur fer í dag at spæla á útivølli ímóti TB og tvær tær næstu ferðirnar á heimavølli ímóti B68 og á útivølli ímóti 07 Vestur.

 

Fýra dystir vera klokkan 15 í dag, og ein – í Gundadali millum HB og NSÍ – verður klokkan 19.

 

Líkindini vera av teimum fagrastu at spæla fótbólt í dag. Hann sigur frá millum lítlum og ongum loti, hitin verður seinnapartin 12 – 13 stig, og tað verður heiður himin og sól fram til klokkan 17, tá ið tað verður skíggjað loft.

 

 

 

EB/Streymur – ÍF: Dagfinn Forná kl. 15.00

 

B68 – KÍ: Bjarki Danielsen kl. 15.00

 

07 Vestur – B36: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

HB – NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 19.00

 

TB – Víkingur: Rani A. Skaalum kl. 15.00

 

 

 

20182078656
Víkingur201352411944
B3620983362035
HB181044531734
NSÍ21957373032
07 Vestur206311285721
B68205411244919
EB/Streymur194411163816
ÍF193412204713
TB19031610583