FM vinnararnir í KÍ rigga til at fara norður til Streymnesar, har fyrsta bríksl við Margáir verður klokkan 15.
Tað var tann tíð, tá ið EB/Streymur hevði gott tak á KÍ, men nú eru tað nøkur ár síðani, at tað var so.
Síðani EB/Streymur í 2017 aftur var partur av bestu deildini, hava KÍ og EB/Streymur á hvørjum ári spælt tvær ferðir í Klaksvík og einaferð á hvørjum ári hevur KÍ vitjað EB/Streym – í Hólmanum á Eiði ella við Margáir.
Tølini siga, at EB/Streymur ikki hevur vunnið stig ímóti KÍ síðani 2017, og tølini siga eisini, at EB/Streymur hevur ikki skorað mál á heimavølli ímóti KÍ fýra tær seinastu ferðirnar.
Í ár er kappingin løgd soleiðis, at tveir av dystunum millum EB/Streym og KÍ vera í Streymnesi. Tann fyrri verður seinnapartin í dag, og teir eru spentir við Margáir, eftir at tað í triðja umfari eydnaðist at vinna søtan 2-1 sigur á útivølli ímóti Víkingi.
Í EB/Streymi eru tað framvegis fleiri á skaðalistanum, og tað eru aðrir, sum tað er ivi um. Ólavur Niclassen og Hans Pauli á Bø eru skaddir í lærkrikanum, Ragnar B. Danielsen hevur brotið armin, Mikkjal Hellisá hevur trupulleikar við liðbandi í knænum, og Salmundur Bech er plágaður av heilaskjálvta.
Tað kann vera, at Andras Ó. Olsen verður á listanum í dag, men hann hevur í vikuni ikki vant saman við liðfeløgunum, eftir at hann næstsíðsta vikuskifti varð skaddur í høvdinum. Elias El Moustage hevur ikki verið førur fyri at venja við fullari ferð, tí hann hevur trupulleikar við fótliðnum.
Í Klaksvík er stórur spenningur um, hvussu teir báðir nýggju spælararnir fara at roynast. Talan er um 25 ára gamla verjuspælaran Dmytro Lytvyn úr Ukreina og um 27 ára gamla álopsspælaran Lalerijs Sabala úr Lettlandi. Loyvini eru komin uppá pláss, og tað kann gott vera, at teir vera á listanum í dag, men hóast teir hava vant saman við nýggju liðfeløgunum, so er lítið sannlíkt, at teir vera millum teir fyrstu ellivu.
KÍ hevur fulla úrtøku eftir tvey umfør, og tað er framvegis ikki nakað mál farið ígjøgnum hjá Mathias Rosenørn. Óli Eyðsteinsson Poulsen er skaddur, og bæði Jesper Brinck og Heini Vatnsdal hava í vikuni havt smáskaðar at dragast við.
EB/Streymur – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00.