Áki gjørt sáttmála við FC Midtjylland

15 ára gamli Áki Debes Samuelsen hevur gjørt sáttmála við FC Midtjylland

Áki Debes Samuelsen hevur í dag, á sínum 15 ára føðingardegi, skrivað undir sáttmála við danska Superliga felagið FC Midtjylland. Tað skrivar HB.fo í kvøld. Áki er uppvaksin í HB. Seinasta árið hevur hann spælt á ungdómsliðum hjá FC Midtjylland, og har hevur tað gingið so mikið væl, at teir hava bjóðað honum ein trý ára sáttmála, skrivar HB.fo.

##med2##

Áki Debes Samuelsen er sonur Hildur og Eyðun Samuelsen. Eyðun spældi í síni tíð við HB, men royndi seg eisini í ÍF og á Argjum við AB. Áki er eisini einsamallur um at hava tikið fetið úr HB til FC Midtjylland.

##med3##

Systkinabørnini Heini og Hanus Sørensen, umframt Jákup Ludvig Thomsen, sum í løtuni er útleigaður til FH í Íslandi. Umframt teir, so hevur Sonni Ragnar Nattestad eisini havt sáttmála við FC Midtjylland.

Fyrr í ár skrivaði ein annar HB’ari, Heini Sørensen, eisini undir sáttmála við FC Midtjylland. Áki og Heini eru báðir úttiknir til U17 landsliðið, sum í næstum skal luttaka í UEFA menningarkapping.