Næstbestu liðini hjá HB og KÍ hittust seinnapartin á ovara vølli í Gundadali. Úrslitið var, at KÍ vann 1-0. Einasti málskjúttin var Jóhan Josephsen, sum longu í fjórða minutti setti bóltin í málið. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 17 ára gamli Jóhan Josephsen var málskjútti í næstbestu deildini.
Tá ið tað restaðu 20 minuttir, sá KÍ málverjin Hannis Matras beinleiðis reytt kort. So var neyðugt at skifta Fríð´lav Klakka inn at verja málið, og veteranurin á miðvøllinum Kristoffur Jakobsen fór av vøllinum.
HB trýsti nógv síðstu løtuna, tá ið heimamenninir vóru 11 ímóti 10. KÍ var fyri tað mesta í verjustøðu, og heimaliðið vann fleiri hornaspørk og spentar støður í brotsteiginum hjá gestunum, men klaksvíkingar hildu tørn og høvdu harvið øll stigini við sær norður aftur.
Á KÍ liðnum vóru umframt Kristoffur Jakobsen eisini Steinbjørn Olsen og Heðin Klakstein við royndum úr bestu deildini, og hinir vóru ungir spælarar.
Bjarti Vitalis Mørk, sum í síðstu viku var uttanlands við landsliðnum, vardi HB málið. Aðrir spælarar, ið onkra ferðina hava verið á besta liðnum, eru Dánjal Reginson, Gilli Róason, Ári Arge, Eivind R. Mouritsen og Ási Dam.
KÍ hevur higartil vunnið tveir dystir og tapt ein, og HB hevur vunnið ein og tapt tveir.
Annan leygardag fer HB at spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík, og KÍ fær sama dag vitjan av B68.










