Eftir summarsteðg síðani síðst í juni fer bólturin í næstbestu deildini í kvøld á rull aftur. Upprunaliga skráin segði, at næstbesta liðið hjá 07 Vestur í kvøld fór at vera gestur hjá KÍ. At besta liðið hjá KÍ í annaðkvøld fer at spæla í Europa Conference League á heimavølli er orsøkin til, at hetta nú er broytt.
Í kvøld skal vøllurin í Klaksvík vera tøkur at venja á hjá gestunum úr Montenegro. Tí fer næstbesta KÍ liðið í kvøld fer vestur í Vágar, og so fer 07 Vestur í síðsta umfari – fríggjadagin 21. oktober – til Klaksvíkar. Hesi bæði liðini hava dystast einaferð fyrr í ár. Tað var í fyrsta umfari, tá ið KÍ vann 4-1 á Dungasandi.
Tað er 16. umfar, sum er á skrá í kvøld og í annaðkvøld og sunnudagin. Talan er um fýra dystir. Tann fimti – ÍF – NSÍ – var spældur 2. juli, tá ið ÍF í Fløtugerði vann 4-1.
Týsdagin 26. juli
07 Vestur – KÍ: Jákup Øssursson Mohr kl. 19.00
Mikudagin 27. juli
Undrið FF – B71: Bjarki Danielsen kl. 19.30
B36 – TB: Petur Reinert kl. 18.00
Sunnudagin 31. juli
HB - Víkingur: Áki Leitisstein Hansen kl.
-
TB | 15 | 13 | 0 | 2 | 46 | 15 | 39 |
ÍF | 14 | 10 | 3 | 1 | 31 | 13 | 33 |
Undrið FF | 15 | 8 | 2 | 5 | 25 | 22 | 26 |
KÍ | 15 | 8 | 1 | 6 | 41 | 26 | 25 |
Víkingur | 14 | 7 | 3 | 4 | 36 | 24 | 24 |
B71 | 14 | 7 | 3 | 4 | 24 | 17 | 24 |
HB | 15 | 5 | 1 | 9 | 28 | 35 | 16 |
B36 | 14 | 3 | 1 | 10 | 18 | 35 | 10 |
NSÍ | 14 | 2 | 2 | 10 | 15 | 51 | 8 |
07 Vestur | 14 | 0 | 2 | 12 | 11 | 37 | 2 |