Seinast KÍ fekk eitt megnar úrslit móti svenskum mótstøðuliði í Evropa var í Europa League undankappingini 29. juni í 2017.
Tá tók KÍ móti AIK Stockholm á ovara vølli í Gundadali í Havn, og megnaði aftaná eitt flott verjuavrik at spæla javnleik 0-0. Í útidystinum var AIK tó greitt omaná og vann 5-0.
Tað verður sami slovakiski dómarin, Michal Očenáš sum dømdi dystin millum KÍ og AIK Stockholm í Gundadali, ið skal døma dystin millum KÍ og eitt svenskt mótstøðulið komandi mikukvøld klokkan 19.45.
Michal Očenáš skal nevnliga døma Champions League undankappingardystin millum KÍ og BK Häcken við Djúpumýru í Klaksvík. Dysturin millum KÍ og AIK Stockholm í Gundadali í 2017 var fyrsti altjóða dysturin Michal Očenáš dømdi.
32 ára gamli, Michal Očenáš hevur dømt í bestu slovakisku fótbóltsdeildini síðani 2015, og er nú ein munandi meira royndur dómari enn hann var, tá hann seinast dømdi KÍ í einum evropeiskum dysti.
KÍ Klaksvík (FRO) - BK Häcken (SWE)
Dómari: Michal Očenáš (SVK)
Hjálpardómari 1: Peter Bednár (SVK)
Hjálpardómari 2: Daniel Poláček (SVK)
Fjórði dómari: Ivan Kružliak (SVK)
VAR Dómari: Michael Fabbri (ITA)
VAR hjálpardómari: Luigi Nasca (ITA)
UEFA dómaraeygleiðari: Ichko Lozev (BUL)
UEFA umboð: Charles Anthony Robba (GIB)











