KÍ er ikki sama útgáva uttan liðformannin

AB vísti fínan hugburð og var á odda og megnaði at vinna stig frá meistaraliðnum

Jákup B. Andreasen var ikki á KÍ listanum á Argjum í dag. Tað vóru Vegard Forren, Heini Vatnsdal, Jóannes K. Danielsen, Patrick Da Silva og René Shaki Joensen heldur ikki, og Luc Kassi og Deni Pavlovic vóru á beinkinum og skiftir inn í seinna hálvleiki.

 

At Luc Kassi og Deni Pavlovic í seinna hálvleiki vórðu skiftir inn sigur, at KÍ við omanfyri nevndu lyklaspælarum og KÍ uttan hesar spælararnar og serliga Jákup B. Andreasen er ikki sama liðið. Og hetta sigur eisini, at AB spælararnir vóru sera væl upplagdir og ikki vóru á vøllinum fyri at avmarka tap ímóti meistaraliðnum.

 

Talan var um javna uppgerð, og fyri spenningin og dramatikkin var tað avgerandi, at AB tíðliga í seinna hálvleiki legði seg á odda. Í fyrsta minutti eftir steðgin skoraði AB. Eftir miss í KÍ uppspælinum, var tað eyðsýndi miðvallarin Rógvi Skála, sum spældi í vinstru til Filip í Liða. Ungi maðurin í vinstru spenti á og megnaði at renna frá Cleas Philip Kronberg, sum í dag var vongverji í høgru. Hann varð taklaður í brotsteiginum, og tað luktaði av brotssparki, men Filip stóð á beinunum og potaði bóltin framvið Markus Olsen Pettersen, sum í dag vardi KÍ málið og so var 1-0.

 

Hóast mál ímóti sær so megnaði KÍ at fáa tak á bóltinum, og tað hjálpti, tá ið Deni Pavlovic og Luc Kassi vórðu skiftir inn á sentrala miðvøllin.

 

Hallur Hansson, sum var sentralur miðvallari, inntil tað restaðu seks minuttir, javnaði til 1-1.  Tað var eftir innlegg úr vinstru. Hallur royndi at flukta bóltin aftur um seg. Tað miseydnaðist ikki, og meðan hann lá á vøllinum fekk Hallur skava bóltin í málið. Heimamenninir vildu hava dómaran at bríksla fyri vandamiklum spæli. Tað var Dagfinn Forná ikki samdur við teimum í og so var 1-1.

 

Síðsta stóra hálva tíman var KÍ leikliga omaná, men tað vóru alla tíðina vandamiklar støður í báðum endum. Toppskjúttin Páll A. Klettskarð var fleiri ferðir í góðum støðum, og eina ferð eydnaðist honum at fáa bóltin í málið, men dómarin kolldømdi fyri rangstøðu.

 

Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð var tað einki at ivast í, at tað var AB, sum hevði vunnið eitt stig og styrkt um støðuna at sleppa undan niðurflyting, og at tað vóru meistararnir, sum høvdu tapt tvey stig.

 

AB hevur 14 stig og er framvegis aftast. ÍF og TB hava 16 stig, og B68 hevur 21 stig.

 

KÍ fer í tveimum teimum seinastu umførunum at spæla á útivølli ímóti B36 og so á heimavølli ímóti Víkingi.

 

Í tveimum teimum seinastu umførunum fer AB at spæla á útivølli ímóti B68 og á heimavølli ímóti B36