Seint seinnapartin fara klaksvíkingar fyri fyrstu ferð í ár í Gundadal. Ábyrgdarmaður hjá mótstøðuliðnum er Eyðun Klakstein, sum í mong ár hevur verið ein hin størsta ímyndin av KÍ. Burtursæð frá 1992, tá ið hann var í ÍF, hevur Eyðun verið í KÍ. Fyrst sum spælari, síðani sum ungdómsvenjari, tá ið hann var við til at menna nógvar av teimum, sum eru á og kring besta liðið, og síðani sum venjari.
-Tað er bara so, at hetta er fyrsta ferðin, at eg skal spæla ímóti KÍ í týdningarmiklum dysti. Eg eri venjari hjá B36, og ta uppgávuna royni eg at røkja á besta hátt, sigur Eyðun Klakstein, sum ikki leggur í at vera við í stórum sjovi um, at hann nú skal spæla ímóti barndómsfelagnum.
-Eg kenni nógvar av spælarunum væl, men samstundis veit eg, at KÍ nú er í heilt aðrari útgávu, enn tá ið eg arbeiddi saman við teimum.
Hjá B36 er Lukasz Cieslewicz tøkur aftur eftir leikbann. Hanus Thorleifsson er leikbannaður, Jónas þór Næs er skaddur, og tað er ivasamt, um Alex Mellemgaard orsaka av skaða í lærkrikanum er førur fyri at spæla.
Atli Danielsen er ein av fleiri KÍ spælarum, sum saman við venjaranum Mikkjali Thomassen hava verið í B36. Trupulleikin í Klaksvík er, at fleiri av teimum, ið møguliga kunnu flytast í plássið í miðverjuni hjá leikbannaða liðformanninum Jonas Flindt Rasmussen, eru skaðaplágaðir og síðstu vikurnar ikki hava vant saman við hinum.
-Vit hava gott mót, men vit vita, at talan verður um stóra avbjóðing. Lukasz Cieslewicz er lyklaspælari hjá B36 og tøkur aftur. Men B36 hevur staðið seg væl í framrættaða spælinum uttan hann, og verjuparturin er sera støðugur, sigur Atli Danielsen.
Heðin á Lakjuni er tøkur aftur hjá KÍ. Umframt leikbannað Jonas Flindt Rasmussen, so er ivamál um tríggjar KÍ profilar, sum orsaka av skaðum ikki hava vant saman við liðfeløgunum. Teir eru Atli Danielsen, Ndende Adama Guéye og Evrard Blé.