KÍ er favorittur hjá 18 altjóða veddingarfyritøkum

Dysturin í Europa Conference League millum KÍ og FK Sutjeska byrjar klokkan 19 í annaðkvøld

Í annaðkvøld klokkan 19 stendur stóra slagið við Djúpumýru í Klaksvík millum KÍ og FK Sutjeska úr Montenegro. Støðan frá fyrra dystinum í Europa Conference League undankappingini er 0-0, so KÍ stendur við góðum møguleikum at vinna seg til triðja undanumfari.

 

FM1 sendir beinleiðis úr Klaksvík frá klokkan 15.10 í morgin. Reportarar vera Petur Asbjørn Lervig og Tróndur Arge. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og FK Sutjeska.

 

KÍ er favorittur hjá 18 altjóða veddingarfyritøkum at vinna dystin á FK Sutjeska.

 

Oddsini uppá heimasigur til KÍ liggja millum 1,57 og 1,70. Oddsini uppá útisigur til FK Sutjeska liggja millum 4,70 og 5,69.

 

Her eru oddsini hjá teimum 18 altjóða veddingarfyritøkunum: 

 

##med2##