Størsta føroyska avrik í liðfótbólti yvirhøvur. Tað er niðurstøðan, nú allur føroyski fótbóltsheimurin og føroyingur allir sum ein fagna bláu og hvítu KÍ spælarunum. Eftir 2-2 í vanligari leiktíð sá tað út til, at møguleikin var burtur, tá ið BK Häcken í fyrra hálvleiki í longdu leiktíðini skoraði til 3-2. Spurningurin var, um talan var um rangstøðu, tí málskjúttin var innanfyri KÍ málverjan. Men málið varð góðkent, og so kendist mótbrekkan øgiliga brøtt og tung.
Men KÍ vísti framvegis góðan hugburð, og føroysku spælararnir vístu seg at hava eins nógva orku og svensku heimamenninir. Og so eigur KÍ í Árna Frederiksberg spælara í heimsflokki, tá ið tað snýr seg um deyðbóltsstøður. Árni legði eftir eitt korter KÍ á odda 1-0, hann javnaði til 2-2 við beinleiðis frísparki, og so var tað Árni, sum var skrásettur fyri 3-3 málið í seinna hálvleiki í longdu leiktíðini, tá ið hann við beinleiðis hornasparki úr høgru legði bóltin dygst inn við nærra stólpa.
Tað var sjón fyri søgn, hóast tað kennist heilt óveruligt, men KÍ avrikið var á sama støðið, sum tað hjá svenska meistaraliðnum. Odmar Færø, Vegard Forren og Børge Petersen og seinni Heini Vatnsdal vóru brandar í verjuni. Miðvøllurin frá Jóannes K. Danielsen í høgru og til René Shaki Joensen í vinstru arbeiddu sum leyvur. Jákup B. Andreasen og Deni Pavlovic og seinni Hallur Hansson vóru framúr, og so vóru tað teir tríggir fremstu. Ferfaldi málskjúttin Árni Frederiksberg, Lus Kassi og Claus Philip Kronberg.
Og aftanfyri teir allar var Nils Jonatan Johansson – sviin í KÍ málinum – ein sannur brandur, og tað var hann, sum bjargaði síðsta svenska brotssparkinum, so tað bvar til hjá Vegard Forren við brotssparksmáli at senda KÍ víðari í Champions League.
Tað var eftir brotssparkskapping, at KÍ syfti svenska meistaraliðið. Nú fara Magne Hoseth og hansara menn norður í Hólman á Eiði sunnudagin, áðrenn teir fara at spæla ímóti norska Molde, sum bæði KÍ venjarin og hjálparvenjarin áður hava umboðað.
2-2 eftir vanliga leiktíð, 3-3 eftir longda leiktíð og so 4-3 sigur í brotssparkskapping.
Í løtuni hava vit ikki fleiri orð, men tað er altso ein veruleiki, at KÍ í næstu viku heldur fram í europeisku meistarakappingini.
Häcken fiasko skrivar Expressen. Tað er ikki okkara fokus. Vit staðfesta, at KÍ nú er í fremstu røð í europeiskum fótbólti.