Ein dómari í Moskva gjørdi í dag av, at fyrrverandi ríkmaðurin Mikhail Khodorkovskij skal hava 14 ára fongsul fyri fíggjar- og skattasvik. Í 2003 fekk Khodorkovskij átta árs fongsul, og við dóminum í dag sleppur hann ikki úr fongslinum fyrr enn í 2017.
Mikhail Khodorkovskij fekk trupulleikar við russisku myndugleikarnar, tá hann styðjaði politisku mótstøðumenninar hjá táverandi forsetanum, Vladimir Putin, og fleiri vilja vera við, at rættarmálið ímóti honum er politiskt.