Khedira rýmir úr Real Madrid

Týski heimsmeistarin verður ikki at síggja í Real Madrid komandi kappingarár

Týski heimsmeistarin Sami Khedira hevur nú váttað, at hann skiftir felag eftir hetta kappingarárið.

 

Khedira spælir í løtuni við spanska stórfelagnum Real Madrid, men har hevur hann trupult at vinna sær pláss á liðnum, ikki minst eftir at felagið fekk tilgongd av landsmanni hansara, Toni Kroos, síðsta summar.

 

Nú er tolið uppi hjá Khedira, sum fyri fleiri miðlum hevur váttað, at hann fer at finna sær nýtt felag í summar. Boðini hava vakt ans serliga í Onglandi, har serliga Arsenal og Liverpool sigast hava áhuga fyri týska landsliðsleikaranum.