Keypti Facebook fyri 1700 krónur

Handilsmaðurin Paul Ceglia stríðist í løtuni ein harðan løgfrøðisligan dyst við Facebook. Hann sigur seg eiga 84% av felagnum.

Sambært Paul Ceglia fekk stovnaðirn av Facebook, Mark Zückerberg, pengar fyri at víðarimenna eina verkætlan, sum longu var ígongd. Endamálið við verkætlanini var at geva teimum lesandi á Harvard University atgongd til eitt webstað við arbeiðsheitinum The Face Book.

 

Paul Ceglia sigur, at Zückerberg í sínari tíð gav víðari meginpartin av rættindunum. Ein pástandur, sum Zückerberg avvísir, men ein kekkur upp á 3.000 dollarar, sum í sínari tíð varð skrivaður til Zückerberg, skal nú stuðla undir ákærurnar frá Paul Ceglia.

 

Um rætturin gevur Paul Ceglia viðhald og gevur honum 84% av Facebook, so fer hesin kekkurin upp á 3.000 dollarar, svarandi til umleið 17.000 danskar krónur, helst fara í søguna sum ein av tíðarinnar bestu íløgum. Facebook hevur í dag eitt virði upp á umleið 250 milliardir krónur, so um Paul Ceglia fær viðhald, fær hann ein ognarpart upp á umleið 200 milliardir krónur.