Keypti bil við kokaini

Ein maður í Týsklandi gjørdist ikki sørt skakkur, tá hann nú um dagarnar keypti ein bil á uppboðssølu hjá tollvaldinum.

Tá maðurin fór at kanna bilin nærri, kom hann fram á tíggju kilo av kokaini í viðførisrúminum, skrivar blaðið Hamburger Morgenpost. Tann 41 ára gamli maðurin boðaði alt fyri eitt tollvaldinum frá.

Hamburger Morgenpost skrivar, at tollvaldið tók bilin í 1997 og fann tá 54 kilo av kokaini í bensintanganum og rúminum, sum er ætlað eykahjólinum. Men eftir øllum at døma sá løgreglan ikki tey tíggju kiloini í viðførisrúminum, men tey hevur tollvaldið so fingið nú.