Keypsamtøkan: Seldi meira men tjenti minni

Hóast tað eydnaðist Føroya Keypsamtøku at økja umsetningin úr 252 milliónum upp í  259 milliónir, so gjørdist úrslitið fyri 2017 góðar 4 milliónir lakari enn árið fyri.

 

– Úrslitið gjørdist eitt yvirskot upp á 3.042.533 krónur ímóti 7.249.731 í 2016, stendur at lesa í ársroknskapinum hjá Føroya Keypsamtøku.

 

– Tað er aftur í 2017 eydnat at økja umsetningin, men vinningurin hevur ikki fylgt við. Tað hevur árivkað ársúrslitið, sum ikki kom upp á sama støði sum í 2016, skrivar leiðslan í Føroya Keypsamtøku í ársfrágreiðingini.

 

Leiðslan er kortini nøgd við úrsltið.

 

Eginpeningurin hjá Føroya Keypsamtøku er nú 47,5 milliónir krónur, og hjá Føroya Keypsamtøku starvast 129 fólk.