Keypmannahavn og Viborg komu illa frá landi í endaspælinum

Bæði Keypmannahavn og Viborg taptu sínar fyrstu dystir í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum

Tað verður torført hjá føroyingaliðunum, Keypmannahavn og Viborg at vinna seg í hálvfinalurnar í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum. 

 

Bæði føroyingaliðini vóru fyri tapum á heimavølli í fyrsta umfarinum í bólki 2 í endaspælinum.

 

Liðið hjá Pernille Brandenborg (myndin), Keypmannahavn tapti í málríkum dysti á heimavølli 37-42 fyri Odense. Í steðginum var Odense á odda 19-17. 

 

Pernille skoraði fimm mál upp á fimm málroyndir, og hon legði upp til eitt mál.

 

Liðið hjá Janu Mittún, Viborg tapti eisini á heimavølli. Viborg tapti 27-32 fyri Ikast-Herning, ið var á odda 15-10 í steðginum.

 

Ikast-Herning er fremst í bólki 2 við fýra stigum, og Odense er næstfremst við trimum stigum. Keypmannahavn og Viborg hava einki stig.

 

Páskadag klokkan 17.30 spælir Viborg á útivølli móti Odense. Páskakvøld klokkan 19 spælir Keypmannahavn á útivølli móti Ikast-Herning.