Ókeypis tónleikur í Garnhúsinum á Oyri

Tað er ikki á hvørjum degi, at tað er konsert á Oyri og tað er als ikki á hvørjum degi, at konsert er í einum garnhúsi. Men soleiðis verður tað fríggjakvøldið 31. mai, tá Garnhúsið á Oyri verður karmur um eina ókeypis konsert.

 

Tað er Tórir Mikkelsen av Langasandi, ið skipar fyri konsertini. Í Sundalagnum búgva fleiri musikalsk fólk, og tað er við einum ynski um at varpa ljós á hesi fólkini, at tónleikatiltakið verður gjørt.

- Tað verður ein intim og spennandi konsert, har dugnaligir tónleikarar fara at framføra egin løg, og tú kanst stuðla spírandi tónleikaumhvørvinum í Sundalagnum við at koma og lurta, sigur Tórir Mikkelsen.

 

Tey, ið spæla í Garnhúsinum á Oyri tann 31. mai, eru:

Johnny Hansen

Ester Kristiansen

Marni Kruse

Kristleif Zachariassen

+ ein navnleysur lokalur bólkur við ungum tónleikarum

 

Ester frá Norðskála er 20 ára gomul og hevur sungið og spælt nógv kring landið seinastu árini, millum annað saman við Marna Kruse.

 

Marni av Oyrarbakka er somuleiðis 20 ára gamal. Hann spælir gittar og syngur, millum annað hevur hann ferðast kring landið saman við Ester har tey hava undirhildið. Fyri kortum var hann eisini at hoyra í Morgunsendingini hjá Útvarpinum, har hann spældi tvey løg.

 

Johnny er 32 ár og er av Langasandi. Hann hevur ikki spælt alment áður, men er í lokaløkinum tiltikin fyri at spæla góð bluesløg, hetta við gittara og ofta munnharmoniku eisini.

 

Kristleif hevur eisini boðað frá luttøku. Hetta verður fyrstu ferð síðani 2009, at 32 ára gamli kollfirðingurin spælir alment. Hann hevur givið tvær fløgur út, Litleysir blettir frá 2004 og On The Road frá 2007.

 

Navnleysi bólkurin er mannaður við ungum fólkum, sum øll ganga á Felagsskúlanum á Oyrarbakka og búgva í Hvalvík, Streymnesi og við Norðskála. Hesi eru Eyðun Hansen, Jannik Jensen, Janus Foldbo Holm, Teitur Midjord og Silja Johannesen.

 

Konsertin er ókeypis og verður í Garnhúsinum á Oyri fríggjakvøldið klokkan 19.00.

 

Mynd: Plakatina fyri tiltakið hevur Tórir Mikkelsen evnað til