Leygardagin 3. desember 2016 skipar flogbóltssambandið fyri tveimum ókeypis skeiðum í ”Flogbørnum”. Skeiðini verða í Ítróttarhøllini í Kollafirði. Skeiðleiðari verður Peter Morell, ungdómsmennari hjá flogbóltssambandinum. Skeiðið er ætlað U12 venjarum, hjálparfólkum og foreldrum og øðrum áhugaðum
Fyrrapartin verður undirvíst í “Frá kasti til flogbólt”. Her verður undirvíst í fyrsta stigi í flogbóltsteknikki. Málbólkurin fyri hesum skeiðnum eru venjarar og foreldur, sum hava áhuga at venja Flogbørn level 0-2 og teimum, sum venja level 3 og U12.
Annað skeið verður seinnapartin undir heitinum “Grundvøllurin í sambandi við flogbóltsteknikk”. Her verður millum annað undirvíst í baggerslag, fingraslagkast, smassjkast, serv og baggerslag. Her er málbólkurin level 3, U12 og U14 venjarar, umframt fólki, sum venja á level 0-2, boðar flogbóltssambandið frá.