Ókeypis lag frá Høgna Reistrup

Fyrsta lagið av nýggju fløguni hjá Høgna Reistrup liggur nú á planet.fo. Lagið kann takast ókeypis niður í ein mánað. Planet.fo bjóðar nú øllum at taka niður lagið Oyggin við oynna ókeypis av síðuni. Oyggin við oynna er fyrsta staklagið av nýggu fløguni hjá Høgna Reistrup Trý fet frá tilveruni. Talan er um eina sokallaða útvarpsútgávu. Lagið verður at hoyra í loftmiðlunum, men Planet.fo er einasta staðið har til ber at ogna sær lagið ? og fyrsta mánaðin ókeypis.

 

Fløgan er tikin upp í Føroyum og ljóðblandað í Dublin av Kieran Lynch, ið áður hevur arbeitt saman við so mætum bólkum sum U2, Elvis Castello og R.E.M. Høgni Reistrup hevur framleitt fløguna saman við Ísak Sambleben.