Aesiras Busines & Internet er ein nýggj bókhaldsskipan, sum nú kann heintast ókeypis av netinum. Felagið handan skipanina sigur, at talan er um eina kompletta loysn til fíggjarskipan, sum hartil inniheldur innbygdar internet-loysnir. Skipanin inniheldur 25 ymiskt modul, og av hesum eru tey fyrstu 10 ókeypis. Meira kann lesast um skipanina á www.aesiras.dk, har forritið eisini kann takast niður.
Tíðindi










