Ókeypis sigling
Í alla næstu viku verður tað ókeypis at sigla við skipunum hjá Strandferðsluni.
Tað uplýsti Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Løgtinginum seinnapartin í gjár.
Í sambandi við, at Norðoyatunnilin letur upp í morgin, hevur leiðslan fyri undirsjóvartunlarnar gjørt av, at tað næstu vikuna skal tað vera ókeypis at koyra ígjøgnum báðar undirsjóvartunlarnar.
Tað fekk teir teir tríggjar tingmenninar, Gerhard Lognberg, Hergeir Nielsen og Páll á Reynatúgvu, at spyrja Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum, um ikki eisini Strandfaraskipini fóru at sigla ókeypis, so at allir føroyingar kundu fáa somu tænastu og so at allir føroyingar kundu vera við at hátíðarhalda undirsjóvartunnilin.
Jacob Vestergaard sigur, at landsstýrið hevur tikið undir við, at tað verður ókeypis at sigla við skipunum hjá Strandferðsluni í sjey dagar, frá sunnumorgunin 30. apríl til sunnukvøldið 7. mai.
Hann segði, at nú skuldi landsstýrið so kannað, um tað var neyðugt at leggja málið fyri Løgtingið ella fíggjarnevndina fyri at fáa heimild fyri tiltakinum, tí hetta fer at kosta Strandferðsluni einar 600.000 krónur.
Hann upplýsti, at hetta kundi eisini brúkast sum ein kanning at vita, hvussu hetta fór at ávirka ferðafólkatalið og hvørja ávirkan, prísurin hevur á ferðafólkamynstrið.
Hetta umfatar bara tey, sum skulu sigla við Strandferðsluni. Tey, sum brúka Bygdaleiðir og tyrluna, skulu framvegis rinda vanligan ferðaseðil.
Annars tóku tingfólk úr øllum flokkum undir við ætlanini. Men sum sæst í aðrari grin, fýlast tey hvassliga á, at leiðslan fyri undirsjóvartunlarnar tekur eina slíka avgerð um at tað skal vera ókeypis at koyra í eini so knappari vending, sum avgerðin er tikin hesuferð og uttan at boðað landsstýrinum frá í góðari tíð.