Keypið vín og kjøt frá okkum

Hugtikin av at føroyska fyritøkan Thor arbeiðis saman við australskari fyritøku í oljuvinnu í Afrika

Vitjan
Jan Müller
jan@sosialurin.fo

Í hesum døgum er forvitnislig vitjan úr Australia. Eingin minni enn australiski sendiharrin í Keypmannahavn er á síni fyrstu vitjan í Føroyum nakrantíð. Og hann lovar, at hetta verður ikki tann seinasta. Matthew Peek er fúsur at gera sítt til at menna samvinnuna millum hetta lítla oyggjalandið úti í Atlantshavi og so ein av risastóru heimspørtunum í heiminum, Australia. Nú eg havi verið sendiharri í Danmark í tvey ár, helt eg, at tíðin var komin til at síggja henda partin av danska kongaríkinum. Og eg kann siga tykkum, at eg eri ikki vónsvikin. At koma til Føroya og uppliva ringasta ódnarveður, regn og sól um somu tíð er nakað, sum tú seint gloymir. At tit so umframt eina livandi og vakra náttúru eisini hava eitt virkið fólk og eina livandi mentan ger tað ikki minni spennandi sigur sendiharrin, sum fegin vil vera við til at knýta sambond millum londini. Hann er rættiliga bilsin av, at ein framkomin føroysk fyritøka, Thor í Hósvík, í dag samstarvar við australska oljuvinnufelagið Woodside við uppgávum í Mauretania. Tað ljóðar sera forkunnugt, at eitt føroyskt felag arbeiðir saman við einum australskum í Afrika.

Matthew Peek fegnast um, at føroyskir studentar leita til Australia at fáa sær víðari útbúgving. Hann gleðist somuleiðis um, at ikki færri enn 10-12 australiarar búgva í Føroyum. Sjálvt um vit búleikast í hvør sínum parti av knøttinum, so ber kortini til at samvinna, og tað er hesa samvinnu, sum eg vóni kann mennast enn meira.

Sendiharrin er rættiliga kløkkur av at hoyra, at so nógv seyðakjøt verður innflutt til Føroya úr New Zealandi. Tá tit innflyta so nógv kjøt úr New Zealandi, hví so ikki keypa meira av góðum australskum víni og somuleiðis lambskjøti frá okkum, tí tað smækkar uppaftur betri.

Ein av uppgávunum við hesi ferðini er at finna fram til tey øki og tær vørur, har samhandilin millum Føroyar og Australia kann útbyggjast.

Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni vísti sendiharranum søguligu bygningarnar í Vágsbotni í vikuni og varð eisini stokkið inn á gólvið í Miðlahúsinum, sum í 1760-unum varð partur av vinnulívinum í høvuðsstaðnum. Tá var tað danski vinnulívsmaðurin Ryberg, sum hevði stórt virksemi í Vágsbotni greiddi Kjartan frá.

Kjartan sigur annars, at tað er altíð er hugaligt at fáa vitjan av sendiharrum, tí oftani kunnu slíkar vitjanir gerast spírar til nýtt og mennandi samstarv millum Føroyar og onnur lond. Eg haldi eisini, at tað er gott, at ein australskur sendiharri fær eina kenslu av, hvussu langt út í heim føroyskur ídnaður røkkur, og tí er virksemið hjá Thor í oljuvinnuni eisini nakað vit kunnu vera stoltir av, tí her hevur ein lítil føroysk vinnufyritøku í harðari kapping við útlendskar fyritøkur fingið uppgávur í Afrika í hesum føri saman við eini australskari fyritøku.