Bjørn á Heygum er ikki blíður við Kristinu Háfoss og borgarstjórarnar í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Tí í tíðindunum á Rás2 á middegi í dag segði Bjørn á Heygum millum annað, at tað er sólarklárt, at tað ikki er nøkur siðvenja ella nøkur heimild fyri at rinda løn til fólk, sum eru í verkfalli ella verkbanni. Tí heldur hann, at tað, sum gongur fyri seg, er nakað heilt annað.
- Báðir partar eru samsekir í at fara út um øll mørk og halda seg ikki til heimildir, sum nú eru galdandi fyri, hvussu man fyriheldur seg í slíkari støðu. Orsøkirnar kunnu vera fleiri og tað kunnu vit bara gita um, men eg havi varugan av, at man við hesum vil tekkjast nøkrum bólkum á arbeiðsmarknaðinum og harvið fáa politiska undirtøku. Við øðrum orðum - man roynir at keypa sær atkvøður við almennum peningi, við at rinda hesi lán út í heimildarloysi, sigur Bjørn á Heygum.
Hann vísir á, at fyri at kunna rinda slíkt, ma ein játtan fyriliggja. Og tað má vera ein heimild.
- Tey rinda pening út - tað má kallast eitt lán - uttan neyðuga mandatið. Og tað er eitt stórt problem, sigur sakførarin.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Bjørn á Heygum, sum Árni Gregersen hevur gjørt.