Keypa nógv á alnótini

Tað er vorðið alt meiri og meiri vanligt, at fólk nýta alnótina, tá tey skulu bíleggja ella keypa eitt ella annað.

Í Noregi vísir ein kanning, at norðmenn hava keypt fyri heilar 45 milliardir krónur um alnótina higartil í ár. At talið er so stórt kemst av, at tað umfatar bæði bankatænastur, handil við telduútgerð og ikki minst flogferðaseðlum. Stovnurin MMI, sum hevur gjørt kanningina, sigur, at talið higartil í ár er tvær ferðir størri enn um somu tíð í fjør, og hetta kemst serliga av, at útboðið á alnótini er vaksið munandi.

Tølini vísa eisini, at altsamt fleiri og fleiri kvinnur nýta alnótina, tá tær keypa eitt ella annað. 47 prosent av teimum, sum í dag keypa ígjøgnum alnótina, eru kvinnur. Fyrr vóru tað menninir og serliga menn ímillum 25 og 49 ára aldur, sum vóru best umboðaðir, sigur norska útvarpið. Tann nýggja kanningin vísir annars eisini, at alt fleiri og fleiri norskir pensjonistar keypa á alnótini.