Keypa meira innbúgv

Bæði Vøruhúsið á Hjalla og Idémøblar siga frá øktari sølu í fjør

- Tað stendur ikki á gjaldskortinum, tá ið fólk keypa, um tey keypa fyri skattalætta ella ei.
Hetta sigur Peter Mouritsen, stjóri í Vøruhúsinum, tá ið hann verður spurdur, um hann hevur sæð nakað til flatskattin.
Hinvegin er líkt til, at sølan av innbúgvi vaks í fjør, serliga seinna hálvár. Tað kann vera flatskattinum fyri at takka.
Um so er fekk flatskatturin í hesum partinum av handilslívinum ikki virknað beinanvegin. Tað kann hanga saman við, at vørurnar eru av slíkum slag, sum oftast krevja umhugsanartíð. Tey flestu hugsa seg um, áðrenn tey keypa eitt nú eina sofu, sum hevur langa livitíð.
- Vit síggja, at tað gongur rætta vegin, sigur Birgir Andreasen, stjóri hjá Idémøblum.
Hann torir ikki at siga, at framgongin hevur nakað við flatskattin at gera, men hann hevur sæð, at fólk hava betri hug at brúka pening, enn tey hava havt.
Tað kunnu vera fleiri orsøkir, heldur Birgir Andresen.
- Sølan av innbúgvi og bilum gongur altíð í bylgjum, tí tað eru vørur, sum skulu skiftast út. Vit hava bíðað leingi eftir hesi framgongdini, men tað vantar framvegis nógv í at koma upp a sama støði sum fyri fýra fimm árum síðan, sigur Birgir Andreasen.