Keypa jørð til 120 – 150 bústaðir

Næsta ár er ætlanin at tað skal vera klárt at byggja á

Tórshavnar Býráð arbeiðir nú við at keypa jørð oman fyri Hamaran á Argjum og út ímóti Glyvursnesi. Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum sigur, at málið verður nú lagt fyri býráðið. Hann ivast ikki í, at tað verður samtykt og so verður farið undir samráðingar við Búnaðarstevnuna um at keypa jørðina.

 

Hann sigur, at eftir ætlan verður talan um einar 120 – 150 bústaðir á stykkinum. Endalig støða er ikki tikin til, hvussu tað skal skipast, men hann væntar, at talan verður um blandaða bygging við bæði sethúsum og raðhúsum. Ætlanin er eisini at knýta ein barnaansingarsovn upp í verkætlanina.

 

Tróndur Sigurðsson sigur, at gongst sum ætlað, verður árið í ár brúkt upp á at projektera, gera vegir, kloakk og annað, sum hoyrir til eina slíka útstykking, og næsta ár skal tað so verða klárt at byggja.