Tað tykist, sum keypshugurin hjá føroyingum er góður í løtuni. Bilasølurnar merkja væntandi hetta, tí sambært Akstovuni er innflutningurin av nýggjum persónbilum í mai í ár væl hægri enn í fjør og tað sama er galdandi fyri fyrstu fimm mánaðirnar í ár í mun til í fjør.
Í mai mánað vóru 218 nýggir bilar skrásettir í Føroyum, sum er 30 fleiri enn í mai í fjør. Fyrstu fimm mánaðirnar í ár eru 885 nýggir bilar skrásettir, sum er heili 132 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, ella ein vøkstur á 18 prosent.
Aftur í mai eru fleiri nýggj neyðsendarakfør komin til landið. Hendan mánaðin eru trý nýggj slík akfør skrásett, so samlaða talið higartil í ár er 15, í mun til tvey fyrstu fimm mánaðirnar í fjør.
Nøkur fleiri prutl komu til landið í mai í ár í mun til í fjør, meðan talið á nýggjum motorsúkklum er lækkað. Hesi tølini eru tó á leið í somu legu sum fyri fyrstu fimm mánaðirnar í fjør.
Talið á nýggjum viðfestisvognum tykist eisini merkisvert høgt. 27 komu til landið í mai mótvegis 19 í mai í fjør og higartil eru 16 fleiri komnir til landið enn sama tíðarskeið í fjør.